Tá ið Piddi hvarv: Bilsetrið reinsað í Lamba

Úr arkivinum: Sum flestu kunnugt, hevur løgreglan lagt stóran dent á at heita á fólk, ið kunnu hava sæð silvurgráa bilin, sum tey meta hevur verið brúktur at koyra líkið av Pidda við, skrivaði Oyggjatíðindi 3. februar 2012:


Tað er setrið av hesum bilinum, sum løgreglan hevur lagt stóran dent á, og sum kann hava givið ávísar tekniskar ábendingar, tó onki verður mett sum avgerandi prógv. Oyggjatíðindi veit, at setrið hevur verið til reins í Lamba.


Ein av orsøkunum til, at løgreglan hevur hildið kortini tætt til kroppin er, at líkið manglar.


Vit vita, at løgreglan stendur fast uppá, at Piddi bleiv burturbeindur fríggjadag. Orsøkin kann vera, at hetta so kann geva nakrar ábendingar í móti Kroatanum, sum situr fongslaður, skuldsettur fyri at hava burturbeint Pidda.


Men vitnir hava jú sæð Pidda dagin eftir - leygardagin, men hetta pássar ikki løgregluni væl.


Hví tað?


Løgreglan hevur ta fatan, at Piddi bleiv burturbeindur fríggjadag, og tað er eisini nógv, sum bendir á, at setrið kann vera vaskað leygardag, og so passa pengarnir.


Men er setrið vaskað leygardag, og Piddi seinast hevur verið sæddur sama dag, so kann neyvan vera talan um at vaska burtur spor eftir Pidda!


Og so gongur kroatin púrasta fríur.


Hetta kann saktans vera orsøkin til, at løgreglan avvísir vitnunum, sum ikki ivast í, at tað var Piddi tey sóu leygardagin.


Eina vitni skuldi til Klaksvíkar at vera hjálparfólk við eina svimjikapping, og hitt vitni segði, at hon kundi við stórari vissu siga, at tað var Pidda hon hevði sæð klokkan fimm leygardagin, tí hon arbeiddi allar hinar dagarnar.


Haraftrat visti vitni at siga, at Piddi var illa gongdur á eina beininum, sum passar væl. Hann var komin til skaðis umborð á skipi.