Tá gølur ikki halda

Sosialurin hevur í longri tíð roynt seg við gølum, sum stórt sæð bara hava verið um Dimmalætting. Orsøkin er ósemjan, sum er millum kappingarneytarnar, tí Sosialurin er kroystur av Bank Nordik og Nema-samtakinum.


Sosialurin skyldar stóra milliónaupphædd til Bank Nordik, sum stratekiskt hevur viljað trýst Dimmu at leggja saman við Sosialinum. Hetta er orsøkin til, at Dimma fann saman við ríkmanninum, Poul Hansen.


Taktikkurin hjá Bank Nordik er tann sami, sum brúktur var í móti Ide Møblum, sum kláraði seg rímuliga væl í kreppuni, men tá hendan handilsfyritøkan skyldaði lítið, valdi táverandi Føroya Banki, at koppa Ide Møblum við teirri vón, at tann risastóri skuldarin, Vøruhúsið á Hjalla, fekk betri pláss á marknaðinum, og harvið betri møguleikar at betala skuldina til bankan.


Hóast strategiin ikki riggaði, verður nakað, sum líkist, brúkt í móti Dimmalætting, við teirri vón, at hetta fer at styrkja stór skuldarnar hjá Bank Nordik – Nema og Sosialin.


Lesið restina av greinini, og fleiri aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.


------


PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.