Systrar geva út nýggjan jólasang






So er fyrsti nýggi jólasangurin komin út í ár. Tað eru fløguaktuellu “Systrar”, saman við restini av familjuni, ið hava sungið nýggja sangin, sum ein teirra – Linda Petersen – hevur skrivað og smíðað lag til. Sangurin kann takast niður ókeypis á heimsíðuni www.systrar.fo



Tíðindaskriv 7. desember 2014

So vítt kunnugt er eingin nýggjur jólatónleikur komin út á føroyskum í ár, men nú er fyrsti og helst einasti jólasangur í hesum árinum komin. Tað eru “Systrar”, sum í oktober góvu út nýggja fløgu við egnum tilfari, ið nú eisini hava innspælt og geva út egnan jólasang.



Tað er næstyngsta systirin, Linda Petersen, ið hevur smíðað bæði orð og lag til sangin, ið hevur heitið, “Hava tit sæð barn”.



Eitt stuttligt við útgávuni er, at tað er nærum øll familjan í trimum ættarliðum, sum upptraðka á sanginum. Eisini eru øll ættarliðini umboðaði við solosangi á útgávuni. Tey eru 9 ára gamli Dávid Justinussen frá 3. ættarliði, Margit Jusinussen – mamma Dávid – sum er ein av systrunum, frá 2. ættarliði, og Tina og Theodor Petersen úr 1. ættarliði, ið eru ávikavist foreldur og omma og abbi í familjuni.



Partur av tónleikinum er tikin upp í Nashville, gittarspælið er upptikið í Svøríki, meðan sangurin er sungin inn í Krisstuff-Studio í Tórshavn, har eisini okkurt av tónleikinum er innspældur.



Eins og við fløguni hjá “Systrar”, sum kom út í oktober, er tað Jákup Zachariassen, ið hevur framleitt nýggja jólasangin, meðan Óli Poulsen hevur miksað og mastrað.



Systrarnar siga, at talan er um eina beinleiðis jólagávu til føroyingar bæði heima og úti, sum liggur á heimasíðuni www.systrar.fo, har jólalagið kann takast niður ókeypis.


Jólini hava altíð havt eitt serligt pláss hjá systrunum, og fyri skjótt nógvum árum síðani kom jólasangurin “Friður á jørð” út. Tað er elsta systirin, Anna Sofía Mellemgaard, sum gjørdi orð og lag, og systrarnar Margit Justinussen og Linda Petersen, ið sungu sangin.



Hoyrið lagið, síggi myndir og lesið meira á www.systrar.fo



Fakta um nýggja jólasangin**

Systrar við familju syngja


"Hava tit sæð barn"


Orð og lag: Linda Petersen, 2011


Solo: Dávid Justinussen 9 ár, Tina Petersen, Margit Justinussen og Theodor Petersen


Røddir: Villiam Justinussen, 4 mánaðar gamal, Andrias Mellemgaard, 5 ár, Theodor Mellemgaard, 7 ár, Tina Mellemgaard, 11 ár, Dánial Mellemgaard, 12 ár, Dávid Justinussen, 9 ár, Eva Justinussen, 14 ár, Rakul Petersen, Linda Petersen, Margit Justinussen, Gunnar Justinussen, Anna Sofía Mellemgaard, Henrik Mellemgaard, Tina Petersen og Theodor Petersen


Keyboard: Gordon Mote


Trummur: Paul Lime


Bassur: Jimmy Lee Sloas


Gittarar: Jan Zachariassen


Klokkuspæl: Jákup Zachariassen


Slagverk: Óli Poulsen

Framleitt: Jákup Zachariassen


Miksað og mastrað: Óli Poulsen



Um nakar ynskir at vita meira um nýggjasta jólasangin á føroyska tónleikamarknaðinum, kann viðkomandi seta seg í samband við Margit Justinussen, tlf. 267633/ 318196, t-postur:

systrar@systrar.fo