Systemiski buffarin hjá peningastovnunum upp á 3%

Danski vinnumálaráðharrin fylgir tilmælinum frá danska váðaráðnum frá apríl í ár, um at økja systemiska buffaran hjá føroysku peningastovunum upp í 3% frá 1. januar 2020.

Danska váðaráðið grundgevur soleiðis fyri tilmælinum:
“Den systemiske buffer skal gøre de færøske banker mere modstandsdygtige over for strukturelle risici på Færøerne. Risici følger af, at Færøerne er en lille, åben økonomi med en koncentreret erhvervsstruktur. Økonomien er dermed sårbar over for negative stød, der kan give uventede store tab i bankerne”

Systemiski buffarin er ein partur av krøvunum til kapitalin (solvensprosentið ella eginkapitalin) hjá føroysku peningastovnunum.

Kapitalkravið til peningastovnar er uppbygt av seks pørtum:

- Solvenskrav (8%)
- Individuelt solvenskrav (ymsikt fyri hvønn peningastovn)
- Kapitalbevaringsbuffer (2,5%)
- SIFI-buffari (ymiskt fyri peningastovnarnar, sum eru SIFI)
- Systemiskur buffari (3% frá 1. januar 2020) og
- Kontrasykliskur buffari (0%) 

Talvan niðanfyri vísur solvensprosentið hjá føroysku peningastovnunum við ársenda 2017 og kravið til solvensprosentið við ársenda 2019, við teimum krøvum, sum eru galdandi nú. Talvan vísur eisini, at BankNordik, Betri og Norðoyar Sparikassi allir klára eina hækking av systemiska buffaranum við 2% við verandi kapitali. Tað er tó neyðugt hjá Suðuroyar Sparikassa at økja sín kapital eitt vet fram til 1. januar 2020.   

Previous column Next column

                                           BankNordik    Betri   Sorðoyar Sparikassi  Suðuroyar Sparikassi
Solvensprosent, ársendi 2017   19,8            26,2            19,2                      15,4
Solvenskrav, ársendi 2019        14,0            16,9            14,6                      13,8
Avlopssolvensur                         5,7            9,4               4,6                        1,8
Systemiskur buffari upp 2%        2,0            2,0               2,0                        2,0

Kelda: Det Systemiske Risikoråd og Fíggjareftirlitið

Samstundis sum danski vinnumálaráðharrin hækkar systemiska buffaran frá 1% til 2% 1. januar 2019 og aftur frá 2% til 3% 1. januar 2020, ásetur hann eisini fyri danska peningastovnar, sum læna út til føroyingar, ein systemiskan buffara á 2% 1. januar 2019 og á 3% 1. januar 2020 fyri lán til Føroyar. Eisini er áheitan farin til onnur lond, sum læna til føroyingar, um at gera tað sama. Hetta verður gjørt fyri at kappingarstøðan í Føroyum skal vera líka millum føroyskar og útlendskar peningastovnar.