Svimjihøllin 30 ár tann 18. desember

Fleiri tiltøk eru í sambandi við føðingardagin. Niðanfyri síggjast brot úr skránni.


· 1. og 2. desember verður familjutiltak, og tá vitjar jólamaðurin.


· Lívbjargarar skipa fyri morgunfimleiki hvønn gerandismorgun millum kl. 08:00 og 09:00, frá 3. til og við 12. desember.


· Vit bjóða ókeypis svimjing, kaffi og lagkøku, týsdagin 11. og mikudagin 12. desember. Somu dagar geva vit 25% í avsláttri fyri í mesta lagi 3 avsláttarkort.


· Týsdagin 11. desember verður opið frá kl. 06:45 til kl. 20:00.


· Mikudagin 12. desember verður opið frá kl. 06:45 til kl. 13:00.


· Fleiri leikur verða í hyljunum til tey smáu børnini, hvønn seinnapart í desember.


Svimjihøllin stongir tann 13. desember, tá farið verður undir at gera ymsar umvælingar í høllini.


Tann 29. og 30. desember verður seinasta familjutiltakið í hesum árinum.