Svik við meirvirðisgjaldi umvegis nethandlar skal steðgast

Í august frágreiðing sínari langa ES-grannskoðararnir harðliga út eftir ES-londunum, tí einstøku londini gera lítið og einki við umfatandi MVG-svikið, ið fer fram umvegis nethandlar. Grannskoðararnir meta, at ES-londini missa umleið 38 mia. kr. árliga av hesum sviki.
 
Hetta stóð at lesa í danska tíðindablaðnum Berlingske tann 16. september.
 
Berlingske skrivar eisini, at donsku tollmyndugleikarnir hava gjørt stakroyndir av smápakkum, sum koma til Danmarkar umvegis nethandlar. Her staðfestu tollmyndugleikarnir umfatandi kreativitet og svik frá nethandlunum, serliga úr Kina, fyri at sleppa undan at rinda MVG av pakkunum. 
 
Í Danmark eru netpakkar upp til 80 kr. frítiknir fyri MVG, og hesum tillaga kinverskir nethandlar seg eftir, vístu stakroyndirnar hjá donsku tollmyndugleikunum í fjør. Tollmyndugleikarnir kannaðu 6.000 tilvildarligar pakkar. Kanningarnar vístu, at 90% av pakkunum vóru virðisásettir undir 80 kr., men 3 av hvørjum 4 pakkum høvdu ikki rætta virðisáseting.
 
Donsku tollmyndugleikarnir hava lítlan møguleika at hava eftirlit við nógvu pakkunum, ið koma til Danmarkar umvegis nethandlarnar, og sannlíkindini fyri, at ein netpakki verður afturhildin í tollinum er tí lítil.
 
Hesum gera fleiri nethandlar sær dælt av í beinleiðis lýsingum.
 
Nakrir nethandlar lýsa við “garanti fyri MVG-frítøku”. Tað merkir, at nethandilin rindar MVG-rokningina, um pakkin verður tikin í tollinum. Á heimasíðuni hjá nethandlinum Ligthtake verður beinleiðis lýst við, at niðanfyri eitt prosent av teirra sendingum verða steðgaðar í tollinum.
 
Mett verður, at danski statskassin missur umleið 500 mió. kr. árliga í meirvirðisgjalds­inn­tøkum av netpakkum úr Kina og eystanífrá.
 
Svøríki hevur longu gjørt nakað við málið, og í 2021 skulu øll ES-londini brúka sama leist sum Svøríki, skrivar Berlingske. Í Svøríki er MVG-frítøkan fyri netpakkar strikað, og allar sendingar skulu nú rinda eitt ómaksgjald á 75 svenskar krónur.
 
Føroyar hava tað lagaligasta markið fyri MVG-frítøku av smápakkum um okkara leiðir, og tí hevur stórur vøkstur verið í talinum av smápakkum, sum koma til Føroya umvegis nethandlar. Í Føroyum eru netpakkar upp til 300 kr. frítiknir fyri meirvirðisgjald.
 
Mett verður, at tað koma umleið 8.000 smápakkar, undir 300 kr., til Føroya um vikuna. Nógv teir flestu pakkarnir koma úr Kina. Vit vita ikki, hvat miðalvirðið á pakkunum er, men um miðalvirðið á pakkunum liggur millum 100 og 250 kr., so missir landskassin millum góðar 10 og 26 mió. kr. í árligum meirvirðisgjaldi av hesi MVG-frítøku, sum er ein kappingaravlagandi stuðul úr landskassanum til útlendska handilsvinnu.
 
Linkur: https://www.berlingske.dk/business/momssvindlere-sendte-hundredvis-af-millioner-gennem-nordea-og-jyske-bank