SvF hevur sending um Rumeniahjálpina nýggjarsdag

Nýggjársdag klokkan 20:00 kemur: Rumeniahjálpin


Føroysk sending


Í sendingini eru vit á ferð saman við Birgiri Andreasen, sum í mong ár hevur skipað fyri ferðum til Rumenia við neyðhjálp. Ferðaliðið, sum var í Rumenia í oktober, vitjar millum annað á einum barnaheimi í býnum Urican, og haðani verður síðani koyrt út til grannaløg og samkomur í býnum við klæðum.


Eisini vitja tey eina sigoynara samkomu í einum býi nærhendis. Í samkomuni og í tilhoyrandi grannaløgum verður eisini býtt út neyðhjálp.