Sveinur sveimaði gjøgnum X Factor fríggjakvøldið

Tað var stórur spenningur í Føroyum um eisini Sveinur kláraði at koma í gjøgnum nálareygað hjá teimum trimum dómarunum í DR-sendingini. Tað eydnaðist við ein glans, og nú eru tey bæði, Kristel og Sveinur ein orsøk til, at fleiri føroyingar fylgja við í sendingini hvørt fríggjakvøld.


Her á redaktiónini vita vit ikki um fleiri føroyingar fara at royna seg til upptøkuroyndina, men við tveimum luttakarum innanfyri sær fyribils sera gott út.