Súsanna á føroyskum

Hon heldur fram við nýggjum tilfari og er júst komin út við staklagnum ”Sundur.”


Súsanna var her heima í summar og hevði, millum annað, konsert í Sirkus.


Eisini tók hon hesa video´ina upp - á svalanum í summarhúsinum hjá ommuni og abbanum í Nesvík.


Lasse Flintholm hevur tikið upp, meðan Súsanna sjálv stendur fyri tí tónleikaliga.


Hon hevur búð í Danmark í mong ár, men her syngur hon á føroyskum.


Tað má sigast, at hon er rættiliga arbeiðssom og arbeiðir eisini við eini fløgu.