Superbólkurin er lendur

Hvat hava The Savage Rose, Maria Guttesen, Peter Viskinde og Peter Sommer í felag? Kaj Klein.


Í kvøld kl. 20 verður útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í sambandi við fløguna "á Andglettinum", sum kom út mánadagin.


Superbólkurin, sum er mannaður av tónleikarum hjá hesum navnframu bólkum og einstaklingunum, er lendur og skal framføra í Sjónleikarhúsinum í Havn undir leiðslu av Kaj Klein.


"Eg gleði meg øgiliga nógv av spæla aftur í Havn", sigur Kaj Klein. "Tað er alt ov langt síðani. Men afturfyri havi eg savna ein bólk, sum ger bíðitíðina tað verda".


"í Andglettinum" er seinasta fløgan í eini trilogi. Í 2005 kom út "Hálvt frá hálsi" við nýtulkingum av føroyskum klassikarum, í 2007 "úr Maskinrúminum" við løgum til yrkingaupplestur hjá Tóroddi Poulsen og nú er seinasta fløgan í røðini, "í Andglettinum" komin og fæst kring landið.


Atgongumerki fáast í Tutl á Káta Horninum á við dyrnar. Á konsertini fæst fløgan eisini fyri serprís og høvi verður at fáa hana signeraða.


Meira fæst at vita við at vitja http://www.kajklein.com/ ella at venda sær til info@kajklein.dk