Sunnudagin gjørdist Torkil Veyhe næstur um málstrikuna
Torkil gjørdist nummar tvey í Esbjerg
Enn eitt flott úrslit hjá Torkil Veyhe. Ígjár bleiv kappast í Landavegsúkkling, og tað var Esbjerg, ið var karmur um kappingina.
Torkil koyrur sum fyrr nevnt í sterkasta bólki í Danmark, A-bólkinum. Við hesum flotta úrsliti, og øllum hinum hann hevur vunnið sær, serliga í ár, hevur Torkil staðfest, at hann er tann føroyski súkklarin sum hevur staðið seg best í kappingum uttanlanda.
Torkil koyrur nú fyri liðið Team WeBike Århus, og liðið hjá Torkil hevur sett dám á kappingina ígjár. Ongin ivi um tað. Meðan Torkil gjørdist næstur, so vann liðfelagi hansara Niclas O. Pedersen kappingina.
Fyrsta plássið hjá Niclas var nokk so trygt, meðan Torkil og Marius Therkildsen frá Team Giant Scatto kappaðust um 2. plássið. Torkil átti munin og vann við tveimum sekundum á Marius.
- Sunnudagin koyrdu vit i oysandi aarføri i Esbjerg og aftur komi vit 10 mans avstað frá byrjan. Vit høvdu tríggjar mans við í útbrotinum. Tad gekk væl at halda feltið aftanfyri okkum, og tá tað restaðu 30 kilometrar opnaði finalan. Vit sótu væl plaseraðir, tí vit høvdu tríggjar mans og ryktu uppá skift, segði Torkil Veyhe eftir kappingina.
Tá teir nærkast málinum sluppu tríggir mans vekk frá 10 mans stóra feltinum, Torkil, ein liðfelagi hjá Torkil, og ein frá Giant Scatto u23.
- Moti endanum rykkir Nicklas og megnar at koyra einsamallur á mál. Sjálvur klári eg at koyra frá hinum i spurtinum, segði ein fegin Torkil Veyhe eftir kappingina.
Leygardagin koyrdu kappaðist Torkil eisini. Kappast varð á einari kuperaðu rutu við Vejle, og koyrast skuldu 150 km. Tá gjørdist úrslitið eisini gott, og Torkil gjørdist nr. 15 leygardagin.
------------
... og her ber til at lesa um hvussu tað gekk hjá Dávur Magnussen, ið koyrur í næstbesta bólki, B-bólkinum.
Eitt sera gott vikuskifti hjá føroysku súkklarunum – gull leygardagin og silvur sunnudagin!