Ungi evnaríki súkklarin, Torkil Veyhe, fekk enn eitt gott úrslit millum sterkastu súkklarar í Danmark 2. Torkil var vælkoyrandi 2. Hvítusunnudag og sjálvt heimsmeistarin Lasse Norman fekk ”bakhjul” frá einum vælkoyrandi Torkil Veyhe.
Tíðindaskriv:
Fyri kortum rykti Torkil Veyhe upp í bestu deildina í Danmark – A bólkin. Har kappast hann móti sera sterkum súkklarum, har fleiri eru yrkissúkklarar.
Onkur helt, at tað var kanska í so tíðliga at Torkil rykti upp í bestu deildina, eftirsum støðið í A var mundandi hægri enn í B, har Torkil koyrdi fyrr í ár. Men hesum gjørdi Torkil til skammar ígjár og í øðrum kappingum eisini.
Mánadagin, 2. Hvítusunnudag, bleiv koyrt á kanska harðasta teininum í Danmark, har súkklarar fleiri ferðir skulu berja seg niðan gjøgnum Pøt Mølle, ið er ein 600 long brekka, har hallið er 9,7 %.
Tiðliga í kappingini stríddi Torkil seg niðan eftir harða og tiltikna Pøt Mølle, og tað eydnaðist Torkil og sjey øðrum súkklarum at sleppa frá stóra og sterka feltinum. Torkil og hinir øktu aftur til feltið og megnaði at halda tørn til teir seinni skuldu út á 7 smáir umgangir.
Tá kappingin leið móti endanum, og umleið 10 km vóru eftir at koyra, gjørdi Torkil eina roynd at sleppa frá hinum sjey súkklarunum. Hann helt tørn eina løtu, men bleiv seinni heintaður. Hetta kostaði sjálvandi kreftir, men var alla æru vert, og løtu seinni, var tað liðfelagið hansara sum gjørdi eina roynd. Tað eydnaðist Steffen Munk Christiansen og tveimum øðrum at sleppa avstað, og hesir hildu tørn til tað løtu seinni skuldi sprintast um sigurin. Rolf Nyborg Broge vann og liðfelagin hjá Torkil gjørdist næstur.
- Hetta var eftir bókini, kann man gott siga. Fyrst roynir Torkil at sleppa avstað frá feltinum og koyra sigurin heim. Tá Torkil verður heintaður, ja so roynir liðfelagi hansara at sleppa avstað. Hetta var ein sera góð roynd hjá liðnum hjá Torkil, Odder CK, at vinna sær eitt pláss á sigurspallinum, sigur Bogi Kristiansen, ið stóð við mállinjuna tá Torkil og aðrir komu á mál.
Torkil gjørdist nr. 12 og er tað eitt sera flott úrslit, tá hugsað verður um, at Torkil eina løtu var einsamallur í útbroti, og tí hann fyrr í vikuni lá við influensu.
- Leygardagin varð koyrt i Silkeborg. Eg hevði verið sjúkur upp til kappingina, men valdi at royna meg allíkavæl, tað gekk tó einki serligt. Tað bleiv koyrt við fulldrøn frá byrjan og eg royndi sum fragast at vera við, men tað føldist í kroppinum, at alt ikki fungeraði optimalt. Eg valdi tí at steðga eftir 100 km, fyri ikki at gera ilt verri.
Sunnudagin var koyrt í Herning og vegna tað at eg ikki hevði følt meg so væl leygardagin valdi eg ikki at stilla upp til start og heldur spara meg til mánadagin í Hammel, segði Torkil eftir kappingina 2. Hvítusunnudag.
Gott nokk vann heimsmeistarin Lasse Norman samanlagt, men ígjár var Torkil stinnari og kom á mál 7 sekundir eftir Torkil.
Oyggjaleikir
Torkil skal kappast á Bermuda í summar og eftir frálíka úrsliti 2. Hvítusunnudag, eru vónirnar góðar til eitt gott úrslit á Bermuda.
Á Føroyska landsliðnum eru, fyriuttan Torkil Veyhe, Jóanis Albert Nielsen, Guðmundur Joensen, Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen. Jóanis Albert, Bogi og Gunnar kappaðust eisini í vikuskiftinum, og meðan Jóanis Albert fekk skarpan gang í sterka U19 bólkinum, so eydnaðist tað Boga og Gunnar at fáa góð úrslit, og tá teir báðir sprintaðu um sigurin, sunnudagin og mánadagin.