Suðuroyarvegurin

Nú kom landsverk við eini meting av kostnaðinum av at gera ein suðuroyarveg.

Metingin sigur, at talan er um góðar fimm milliardir.

Loysir hetta seg?

Vit hava sum er sigling til Suðuroyar og kunnu skjótt koyra millum allar hinar størru oyggjarnar. Vit kunnu tí samanbera kostnaðin av hesum báðum loysnum.

Her vísir tað seg, at sigling er dýrari enn at koyra á vegi. Siglt verður við skipum, sum eru dýr at byggja og reka. Tey skulu á beding og tá mugu vit fáa avloysaraskip. Lønarútreiðslurnar eru stórar. Ikki ber til at sigla meir enn nakrar fáar ferðir um dagin, so tænastustøðið er lægri enn har vegasamband er.

Vegir eru dýrir at gera uttan mun til um teir eru í opnum lendi ella eru gjøgnum fjøll og undir firðum. Teir skulu haldast viðlíka eins og skip. Men tá teir eru gjørdir ber til at brúka teir nátt sum dag.

Vit treingja til at okkara myndugleikar koma við eini heildarmeting av hvør samferðsluloyst er best.

Nógv er tó sum bendir á, at eingin íløga hevði verið so burðardygg sum vegurin til Suðuroyar.

Zakarias Wang