John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at seta ein stýrisbólk fyri krabbameinsøkið. Hetta er í samsvari við tilmælið í krabbameinsætlanini, sum varð handað Heilsumálaráðnum í 2009.
Uppgávan hjá stýrisbólkinum verður millum annað at ráðgeva landsstýrismanninum í heilsumálum og Heilsumálaráðnum í spurningum viðvíkjandi krabbameini. Í hesum sambandi skal bólkurin skal eisini viðgera tilmælini í krabbameinsætlanini.
Landsstýrismaðurin hevur valt hesi í stýrisbólkin:
• Høgni D. Joensen, landslækni
• Dorrit Beck Joensen, kommunulækni (vegna Kommunulæknafelag Føroya)
• Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum
• Sigurð Ó. Vang sjúkrahússtjóri (vegna Sjúkrahúsverkið)
• Jóhan Poulsen, yvirlækni (vegna Sjúkrahúsverkið)
• Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni (vegna Sjúkrahúsverkið)
• Maria Debess, sjúkrarøktarfrøðingur (vegna Sjúkrahúsverkið)
• Pál Weihe, yvirlækni (vegna Fólkaheilsuráðið)
• Poul Geert Hansen, aðalstjóri (vegna Heilsumálaráðið)
Ætlanin er at hava tveir til tríggjar fundir um árið, og fyrsti fundurin í bólkinum verður hildin í næstum.