Stýrið var ikki so óvitandi, sum tey siga

Hetta staðfestir Landsgrannskoðarin, ið ger serligar viðmerkingar til roknskapin hjá Føroya Handilsskúla.


Tá ið talan er um roknskapin hjá Føroya Handilsskúla, heldur Landsgrannskoðanin tað vera óheppið fyri gjøgnumskygnið í roknskapinum, at samsýningarnar til limirnar í bygginevndini og byggistýrinum ikki síggjast í roknskapinum, sum so eisini hevur verið grundaður á “feilskrásetingar” ímillum eginrakstur og stuðulsrakstur:


_ Samsýningarnar fyri 2007 eru bókaðar á stuðulsraksturin, hóast stýrið hevði samtykt, at tær skuldu bókast á eginraksturin.


_ Samsýningarnar fyri 2008 vórðu fyrst bókaðar á stuðulsraksturin, men í 2010 vórðu bókingarnar rættaðar, og samsýningarnar skrásettar á eginraksturin.**


Roknskapurin fyri 2009 er skeivt settur upp, eftirsum hall frá kantinuni er mótroknað í lønarútreiðslunum til bygginevndina.


Stýrið fyri Føroya Handilsskúla sigur seg ikki hava tikið nakra avgerð um samsýning, hvørki til bygginevnd ella til starvsfólk á Føroya Handilsskúla, fyri tíðarskeiðið eftir at lógin frá 2008 varð samtykt. Teirra fatan er, at tær samsýningar, sum eru goldnar út árini 2009, 2010 og 2011, eru goldnar út uttanum stýrið.


Vísandi til útsøgnirnar frá stýrinum heldur Landsgrannskoðanin, at útgjaldingarnar áttu í minsta lagi at verið steðgaðar í 2008.


Stýrið kann tó neyvan siga seg vera óvitandi um útgjaldið í 2009, vísandi til fundarfrágreiðing 2. oktober 2009, har samsýningin til stjóran verður umrødd.