Tvey nýggj í stýrinum fyri Tabor.
Fyrsta januar í ár komu tvey nýggj fólk uppí stýrið fyri Tabor. Tey eru Helen Olsen, Nes og Olaf Magnussen, Toftir.
Marjan Nielsen, Nes, segði seg úr stýrinum í heyst. Hon er, sum kunnugt, barna og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini, og hevur nógv at gera.
Henni verður takka hjartaliga fyri tíðina í stýrinum.
Í stýrinum sita nú Leila Højgaard, form. Torleif Johannesen, næstform. Hansa Maria Hansen, skrivari, Hans Jákup Hansen, Olga Johannesen, Dakko Petersen, Helen Olsen og Olaf Magnussen.
Uppgávurnar hjá stýrinum eru nógvar og ymiskar.
Tí takkar stýrið fyri forbøn, umsorgan, hugskot, og góðar og jaligar viðmerkingar til arbeiðið.
Stýrið vónar eisini, at meinigheitin framhaldandi stendur saman um arbeiðið í og út frá Tabor, og at Guds signing má hvíla yvir tí – og fólkið okkara.
Kelda: www.nes.fo