Stúgvandi fult umborð á Westward Ho

Seinnapartin í gjár høvdu Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna móttøku fyri innbodnum gestum umborð á Westward Ho, sum liggur við bryggju í Stavanger í sambandi við oljumessuna ONS.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti gestunum og bjóðaði vælkomin í røðu, har hann m.a. takkaði Stavanger kommunu fyri heiðursplássið, ið Westward Ho altíð fær boðið í Vågen.


Johan Dahl, vinnumálaráðharri, segði nøkur orð um oljuleiting og møguleikarnar innan varandi orku í Føroyum.


Síðan fingu gestirnir boðið mat frá Hotel Føroyum, sum var prýðiliga borðreiddur á dekkinum. Boðin var sild, ræst kjøt, plukkfiskur, laksur, grind, turrur fiskur, spik, skerpikjøt og suppa. Afturvið var bjór frá Okkara.


Umframt luttakararnar úr Føroyum, var fjøld av gestum úr norðurlondum, fjareystri og Norðuramerika umborð á sluppini hesa hugnaløtuna. Gestirnir umboðaðu bæði fyritøkur, myndugleikar og fjølmiðlar.


At tað sirmaði eina løtu bilti ikki, tí manningin á Westward Ho hevði skipað fyri at dúkur var spentur yvir, so øll vóru turr. Prátið gekk lystiliga millum ymisku gestirnar, sum týðiliga merktu, at umborð á sluppini angar av søgu og einum heilt serligum stemningi.


Nú móttøkan er liðug hava gestir møguleika at vitja tjaldið hjá Tórshavnar kommunu og Runavíkar kommunu, ið stendur á bryggjuni beint við sluppuna, har føroyskir tónleikarar framføra aftur í kvøld.