Stuðul til fjarlestur mennir fólkavøkstur










Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni ein § 52a fyrispurning, um hvussu vit kunnu byrgja fyri fráflyting.



Tíðindaskriv í samband við § 52a fyrispurning



Geva skarvin yvir


Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður á, at nógv eru tey, ið nema sær útbúgving yvir netið. Hjá fleiri teirra letur hetta seg gera, meðan tað eru onnur, sum byrja, men mugu geva skarvin yvir, tí tað er sera kostnaðarmikið at ferðast millum Føroyar og Danmark til próvtøkur o.a.



Hesi koma so í ta støðu, at lættari er at flyta av landinum fyri at fáa ávísa útbúgving, hesi eru ofta í góðum árum og hava familju. Sostatt er tað ikki bert ein, sum flytur, men øll familjan.



Kunnu fyribyrgja fráflyting


Hesa fráflyting kundi okkara samfelag byrgt fyri, um stuðul fekst frá Mentamálaráðnum ella Studna til flogferðir, ella eitt gott samstarv kundi fingist við Fróðskaparsetrið og lærustovnar uttanlands, soleiðis at tey lesandi umvegis fjarlestur kundu tikið próvtøkurnar her heima, tó uttan kostnað, her kundu Mentamálaráðið og Studni stuðla peningaliga.



Spurningar


Hetta er eisini orsøkin til at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann um at svara hesum spurningum:



1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at veita stuðul til teir borgarar, sum velja at búgva í Føroyum og taka sína útbúgving yvir alnótina?


2. Ber til hjá næmingi, ið hevur lisið fjarlestur, at taka skrivliga/munnliga próvtøku á Fróðskaparsetrinum?


3. Hvat er kostnaðurin, og hevur stovnurin lógarheimild at krevja gjald fyri próvtøku?


4. Um ja, hví ikki javnseta hesi við tey, sum ganga í skúla her?