Stuðla bróstunum

Í oktobermánað varpar Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandið er høvi at ogna sær eitt "stuðla bróstunum" armband og ein flottan ring. Armbandið, plátan er úr silvuri og ketan er silvurklødd, á plátuni stendur "Stuðla bróstunum", Turið Mohr sniðgevi hevur gjørt armbandið. Ringurin er gjørdur úr endurnýstlu tilfari, tað er Elin Lindenskov, ið hevur sniðgivið og tilevnað ringin. Armbandið kostar kr. 200,- og ringurin kostar kr. 150,-

Smúkkurnar fáast til keyps í kioskini á Landssjúkrahúsinum, The Body Shop og á Tjaldurs Apotekið í Havn (ringurin frá mánadegnum 10/10-16), í Suðuroy hjá Finngerð Mikkelsen telefon 373877/271544 og á Suðuroyar Apotekið (frá týsdegnum 11/10-16).

Anna Byrgadóttir Petersen hevur sniðgivið og tilevnað "til og frá" kort, øll kortini eru hondgjørd og fáast til keyps í No10, Østrøm og Silvursnið í Havn, kostanaðurin er kr. 10,- stk.
 
Peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til gransking í bróstkrabba og til arbeiði í Bót til bata. Bólkurin Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, og er fyri kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein í bróstinum. Endamálið hjá bólkinum er at ráðgeva og stuðla kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba.