Strika mótrokningina millum hjún

Í dag skal Løgtingið viðgera uppskot frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at strika mótrokningina millum hjúnafelagar fyri fólkapensjónistar, sum eru giftir við einum, sum ikki er fólkapensjónistur.


Vinnur uppskotið frama vil møgulig inntøka hjá tí hjúnafelaganum, sum ikki fær pensjón, onga ávirkan hava á pensjónina hjá pensjónistinum. Tað er bert egin inntøka, sum ávirkar pensjónina.


Sum er verður inntøka hjá hjúnafelaga, ið er á arbeiðsmarknaðinum, mótroknað í pensjónini hjá fólkapensjónistum. Tá fær pensjónisturin í ringasta føri bert grundarupphædd og samhaldsfasta. Hetta verður nú ætlandi broytt.


- Tað skal ikki vera ein fíggjarligur vansi fyri eini hjún, at annar parturin framvegis er á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið bøtir um støðuna, sum pensjónistar við hjúnafelaga, ið ikki er pensjónistur, kunnu koma í, um hjúnafelagin hevur vanliga arbeiðsinntøku, sigur landsstýriskvinnan í viðmerking til uppskotið.


Við hesum lógaruppskoti verður inntøka hjá hjúnafelaga, ið ikki sjálvur er pensjónistur, ikki longur roknað upp í inntøkugrundarlagið hjá pensjónisti í sambandi við útrokning av vanligu viðbótini. Frameftir verður bert mótroknað í inntøku hjá hjúnafelaga, um bæði eru pensjónistar.


Hetta er fyrsta stigið á leiðini bert at knýta fólkapensjónina at egin inntøku, sum er eitt av endamálunum í arbeiðinum við pensjónsnýskipanini.


Gildiskoma er í 1. juli 2013.