Streymur ávirkar svartkjaft

Granskarar á Havstovuni eru við í nýggjari grein um stóru økingina av svartkjaftastovninum síðst í 1990’unum og líka skjótu minkingina av sama fiskastovni eftir 2005. Greinin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Marine Biology Research”.


Vit hava fyrr víst á eitt samband millum sonevnda subpolara meldurin í Norðuratlantshavi og gýtingar- og ferðingamynstrið hjá svartkjaftastovninum.


Nýggja greinin vísir á tveir mátar, sum streymviðurskiftini kunnu ávirka svartkjaftin:


1) Makrelurin etur ungan svartkjaft og meldurin stýrir í hvussu stóran mun hesir báðir fiskastovnar yvirlappa, og tískil hvussu nógv verður eftir av svartkjafti.


2) Meldurin stýrir nøgd og slag av æti tøkt hjá ungum svartkjafti, og tískil eisini vøkstri, yvirliving og tilgongd.


Vit kunnu ikki taka dagar ímillum hesar báðar hypotesur enn, men betri innlit vil betra um møguleikan at spáa um tilgondina til svartkjaftastovnin.


Rithøvundar, heiti á grein og referansa:


MARK R. PAYNE, AFRA EGAN, SASCHA M. M. FASSLER, HJÁLMAR HÁTÚN, JENS CHRISTIAN HOLST, JAN ARGE JACOBSEN, ARIL SLOTTE & HARALD LOENG, 2012. The rise and fall of the NE Atlantic blue whiting (Micromesistius poutassou), Marine Biology Research; 8: 475487.


Kelda: www.hav.fo