Magnus Heinason hevur verið úti til hydrografikanningar og á túrinum vóru seks fortoyingar tiknar upp. Túrurin byrjaði við hita- og saltmátingum vestanfyri og út á Føroya banka. Síðan blivu fýra fortoyingar tiknar upp.
Harafturat liggja tveir hitamátarar á botni har og við akustiskari útgerð vóru data lisin úr hesum báðum hitamátarunum. At enda bleiv ein streymmátarafortoying norðanfyri eisini tikin upp, eins og data blivu lisin úr hitamátarum á botni har. Hesin túrur er partur av verkætlanini Western Valley Overflow:
http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111 , sum Havstovan stendur fyri við luttøku frá DMI.