Strandarlandasamráðingar um makrel

Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg, sum í felag umsita makrelstovnin í norðurhøvum, hittust í Reykjavík um vikuskiftið.


Ísland hevði boðið samráðingarleiðarunum hjá strandarlondunum til samráðingar um makrelstovnin í norðurhøvum.


Samráðingarnar vóru uppbyggjandi í einum jaligum anda og skaptu grundarlag fyri framhaldandi samskifti millum partarnar.


Strandarlandasamráðingar um býtið av makreli fyri fiskiárið 2014 verða í London 23. – 25. oktober 2013. Til ta tíð eru tilmælini frá ICES fyri 2014 tøk.


Føroyar heittu á samráðingunum í Reykjavík enn einaferð á ES um at taka aftur ólógligu handilstiltøkini, sum ES nýliga setti í verk. Altjóða lóg áleggur pørtunum, sum umsita felags fiskastovnar, at samráðast av fríum vilja uttan trýst og hóttanir um handilstiltøk.