Stovnar undir Fíggjarmálaráðnum vera framvegis óheftir eftir samanlegging

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ: Róð hevur verið framundir, at samanlegging av stovnum undir Fíggjarmálaráðnum fer at gera at hesir missa sítt óheftni. Hetta er beinleiðis skeivt. Ætlanin er hinvegin, at stovnarnir aftaná samanleggingina skulu varðveita lógarásetta óheftnið og skal óheftni víðkast til eisini at umfata roknskaparhald landsins.


Úrslitið av samanleggingini fer tí einans at vera sparing og effektivisering av tí almenna og skal starvsfólkatilfeingið á stovnunum verða betri brúkt.


Samanlagda virksemi hjá Landsbankanum og Hagstovuni skal framhaldandi vera óheft, og skal óheftni vera ásett í lóg. Talan verður sostatt ikki um at víðka ella broyta ræðið hjá landsstýrismanninum.


Gjaldføris- og skuldarumsitingin skal somuleiðis framvegis vera óheft av politisku skipanini, og verður tí lóg um fyrisiting av Gjaldstovu Føroya løgd fyri tingið í heyst. Í lógini skal vera ásett, hvussu Gjaldstovan verður skipað, og verða fleiri ásetingar í lógini, sum serliga skulu tryggja óheftni í mun til gjaldføris- og skuldarfyrisiting. M.a. fer at vera ásett, at Gjaldstovan í gjaldførisfyrisitingini skal hava sum endamál altíð at hava nøktandi gjaldføri, at fíggjarognir landsins vera fyrisitnar so væl sum gjørligt og at landið lænir og plaserar gjaldføri sítt eftir marknaðarkorum.


Eisini verður sett eitt Gjaldstovuráð, ið skal hava eftirlit við avgerðunum hjá Gjaldstovuni, bæði á roknskaparliga, á gjaldføris- og á lániøkinum. Tað verður sostatt ikki ábyrgd hjá landsstýrismanninum at hava eftirlit við hesum uppgávum hjá Gjaldstovuni, men verður ábyrgdin heldur ásett í lóg til nýggja Gjaldstovuráðið.


Úrslitið av samanleggingini verður sostatt ikki, at landstýrismaðurin fær fleiri heimildir, men heldur sparing og effektivisering av tí almenna yvir tíð á 2 mió. kr. um árið, samstundis sum at inntøkur landsins verða sjónligari, tá rentur á umleið 4 mió. kr., sum fyrr vóru bókaðar uttanfyri landsroknskapin, framyvir vera vístar.


Hesar batar eiga øll at fegnast um.