Stórur áhugi á alnetinum fyri deyðahavsrullunum

Síðani seinast í september hevur ein partur av teimum sokallaðu deyðahavsrullunum ligið á alnótini.


 Síðani almannakunngerðina, hevur heimasíðan dss.collections.imj.org.il havt umleið eina millión vitjanir um vikuna.


Deyðahavsrullurnar innihalda 972 tekstir. Skriftrullurnar vórðu funnar í árunum 1947 – 1956 í ein útnyrðing úr Deyðahavinum, og eru tíðarfestar frá 2. øld fyri Kr.f. til 1. øld eftir Kr.f. Harvið verða rullurnar mettar sum tey elstu bíbliuhandrit, sum eru funnin.


Tekstirnir eru á hebraiskum, arameiskum og grikskum, men á heimasíðuni er møguleiki at marka eitt brot og síðani fáa eina enska týðing.


Kelda: www.trubodin.fo - IMT