Stórt tónleikatiltak í Klaksvík

Ein nýggjur tónleikafestivalur sær dagsins ljós í ár, og hann verður í Klaksvík í døgunum 24. og 25. mai. Talan er um Klimaks 2013.


- Vit ætla, at festivalurin skal verða eitt afturvendandi tiltak og tí leggja vit dent á at borðreiða við tí besta tónleikarliga, sum finst í Føroyum, eins og kend útlendsk nøvn vera á skránni, soleiðis at festivalurin verður eitt upplivilsi fyri tey, sum koma á festival, sigur ein av stigtakarunum, Jóan Magnus Magnussen, sum millum annað er kendur frá náttarlívinum í Klaksvík.


Stig er tikið til festivalin saman við øðrum innan samskipan.


Skráin til festivalin er ikki liðug enn, men longu nú kann Klimaks 2013 bjóða nøvn sum Cascada, sum luttekur á Eurovision Song Contest og DJ Stone, sum er millum teir stórstu í heiminum innan sokallaðan trance tónleik.


Um tú ynskir at vita meir um festivalin og hvar atgongumerki kunnu keypast, ber til at dáma facebook bólkin hjá Klimaks 2013.