STÓRT FRAMSTIG FYRI ØLL Í FØROYUM

Hópin av føroyingum uppliva, at tað er trupult at brúka ymsar møguleikar og tænastur í Ríkisfelagsskapinum og at fara frítt um landamørkini. Nú royna vit fýra fólkatingslimir úr Føroyum og Grønlandi at gera nakað við trupulleikan


Sitat úr nevndaráliti, sum kemur til viðgerðar í Fólkatinginum í morgin:


"Det skal være nemt og smertefrit at drive forretning, flytte, pendle arbejde og studere på tværs af grænserne i rigsfællesskabet".


Hópin av føroyingum uppliva, at tað er trupult at brúka ymsar møguleikar í ríkisfelagsskapinum og at fara frítt um landamørkini.


Nú royna vit fýra úr Føroyum og Grønlandi at gera nakað við trupulleikan.


Av tí, at samstarv - og ikki longur so nógvar konfliktir - merkja arbeiðið hjá føroyingum í Fólkatinginum, er Kringvarp Føroya stórt sæð givið at dekka føroyskan politikk á Christiansborg.


Substansur hevur ikki so stóran áhuga, skilst.


Kortini er uppskotið til samtyktar, sum kemur fyri í morgin, sera relevant fyri ein sera stóran part av lurtarum Kringvarpsins og føroyingar sum heild. Tey, sum hava áhuga, kunnu lesa stutta nevndarálitið á hesi leinkju:


http://www.ft.dk/RIpdf/samling/20131/beslutningsforslag/B34/20131_B34_betaenkning.pdf


Les eisini á Facebook:


https://www.facebook.com/christiansborg


Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin