Stórsteypadysturin á skránni

Leygardagin er ársins fyrsti veruligi fótbóltsdystur, tá føroyameistararnir úr B36 og steypavinnararnir úr EB/Streymi bresta saman í Gundadali.


Sætta árið á rað skipar Lions Club í Føroyum fyri árliga stórsteypadystinum, sum hvørt vár verður spældur í Havn millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri – í hesum føri ávikavist B36 og EB/Streymur. Hetta er samstundis fyrsti almenni dystur hetta kappingarárið.


Hetta er bara aðru ferð, at B36 spælir stórsteypadyst, men í tí fyrsta, sum var í 2007 ímóti HB, vann B36 eftir brotssparkskapping. NSÍ vann á EB/Streymi í 2008, HB vann á EB/Streymi í 2009 og á Víkingi í 2010, áðrenn EB/Streymur í fjør vann á HB. EB/Streymur er sostatt partur av hesum dysti fyri fjórðu ferð.


Dysturin verður aftur í ár spældur á ovara vølli í Gundadali leygardagin 17. mars klokkan 16, og eins og undanfarin ár, verða karmarnir kring dystin teir bestu. Sum vant, fer allur ágóðin frá dystinum til eitt vælgerandi endamál, og hóast atgongumerkini kosta tað sama sum til vanligar dystir í Effodeildini, er ikki óvanligt, at fólk nýta høvið til at rinda meira enn tað.


Pengar til hjálpitól


Hesa ferð hevur Lions Club gjørt av, at pengarnir skulu fara til eitt sokallað Litegait-hjálpitól til fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum. Neyvan røkkur inntøkan til alt tólið, men ágóðin frá stórsteypadystinum kann kanska verða skumpið, ið ger sítt til, at hetta tól verður útvegað.


Við einum Litegait-tóli gevast góðir møguleikar til venjing hjá eitt nú teimum umleið 150 apopleksi-sjúklingunum, sum koma á Landssjúkrahúsið um árið, men eisini hjá fólki, ið skal til uppvenjing eftir longri sjúkralegu. Har gongulagið av ymsum áðum er ávirkað, kann eitt Litegait-tól gagna øllum pørtum.


Slík venjing er tung og kropsliga krevjandi, so eitt Litegait-tól lættir væl um hjá terapeutunum, ið annars mugu vera tveir og tríggir um hvørt fólk, og eisini kunnu sjúklingar við Litegait ganga longri teinar og gerast meira sjálvstøðugir í venjingunum. Á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum eru 8-10 fólk, sum hava brúk fyri at venja við Litegait hvønn dag.