Størsta útflutningsvørða er Narko

Tað var 2. september 2011, at Oyggjatíðindi kundi avdúka, at tveir viðingar - brøður, vórðu varðhaldsfongslaðir í tí dulda. Síðani hevur onki verið at hoyrt um hetta, men aftaná fýra mánaðir, er annar sloppin út. Samstundis verður staðfest, at narko floymir inn í landi, og herfyri bleiv eitt heilt kilo smuglað til landið . Prísurin sigst vera slakar 1000 kr. fyri eitt gram…


--------


Reinsveiðan heldur nú fram


So slapp línan inn at klettunum aftur, og útróðrarbátar kunnu verða tryggjaðir ímóti omanlopi.


Ein av teimum, sum hevur gjørt vart við sína ónøgd í áravís er Bjarni Dam av Leynum. Hansara viðmerking til friðingina hjá Johan Dahl, var, at táverandi landsstýrismaður var ein hetja:


Tað skal ikki dyljast, at eg eri ein stórur mótstøðumaður, at línan er komin so langt inn sum hon er, tí eg meini at hetta skuldi verið steðgað fyri langari tíð síðani.


Fyri nakað av tíð síðani kom eg á tal við ein útróðrarmann, sum lá her og setti línu inni í Grunnunum hjá okkum. Vit tosaðu so saman um hendan ørvitisskapin og maðurin var samdur við mær. Hann segði seg eisini at hava tosað við aðrar menn, har onkur segði seg hava ringan smakk í munninum. Aðrir flentu og søgdu, at teir settu línuna við ongum ljósum tendraðum á fartøjnum. ”Men, veits tú hvat,” sigur hann við meg áðrenn vit skiltust. “Nei,” sigi eg, ”hvat er tað”? “Eg skal fortelja tær tað, at vit hava loyvi til tað. Tað er eingin lóg, sum sigur at vit ikki kunnu gera tað, og so leingi lógin ikki er komin, ætli eg mær at seta hvar eg vil.” Jú, maðurin hevði rætt.


Fyri nøkrum árum síðani; tað var komið væl út á heystið, hann hevði ligið leingi av suðri og aðrari lágætt og tá er gjarna nakað ati í sjónum her um okkara leiðir. Treyðugt so, at onkuntíð mundi hann fara at hækka í ættini og tá ber betur til hjá okkum at kunna fara út á flot við fýramannafarði ella øðrum opnum báti. Tann leiðin, sum vit vanliga royna at fara á er suður á Nípuna, suðuri á Dølum, ið er út fyri Norðadali/Syðradali, vestur á Dal úti fyri Oknadali, Nævurnar, ið eru á Vágoynni og í heilt góðum líkindum út á Koltursnakk. Allar hesar leiðir, eru hvør betur enn onnur. Og hartil koma miðir og plinkar, sum viðhvørt kunna geva nokkso væl av smáfiski til at hanga uppá træðið, ið er vanligt at fáa sær um heystarnar.


Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.


------


Greinarnar í blaðnum kunnu annars keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html


Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:


oyggjat@olivant.fo


Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.