Størsta Sement nakrantíð

Sement hevur aldrin verið so stórt áður. Heili 25 bólkar fara at kappast um at gerast Føroya besti nýggi bólkur. Stórt sæð øll nøvnini eru fullkomiliga nýggj í føroyskum tónleikahøpi, so spennandi verður at hoyra, hvørji tónleikatalent føroyskar garasjur og føroysk neyst hava goymt seinasta árið.


Sement er ein tónleikakapping, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og endamálið við kappingini er, at menna nýggjan føroyskan tónleik. Hetta er fjórða árið á rað, at Margarinfabrikkin skipar fyri hesi kapping, og áhugin er vaksin fyri hvørt ár.


Sement er farið frá at vera eitt lítið projekt, ið varð royndarkoyrt í 2008, til at vera eitt afturvendandi og væleydnað tiltak, ið ein og hvør tónleikaáhugaður í Føroyum kennir til.


Sement er einasta veruliga tónleikakapping í landinum í løtuni, og tí kann ikki leggjast nóg stórur dentur á, hvussu umráðandi henda kappingin er.


Alt er sera einfalt:


- Øll tiltøkini eru í Perluni í Havn


- Kostnaðurin er 100,- pr. kvøld


 - Øll tiltøkini byrja kl. 20


- 3 innleiðandi umfør – 1 finala


- 1 bólkur/einstaklingur sleppur at vinna heitið sum Føroya besta nýggja navn!


SKRÁ


Eftir lutakast er skráin endað soleiðis:


Hóskvøld:


1. 20.00: Rím og Reyp


 2. 20.20: Mura


3. 20.40: Locust


4. 21.00: Tummas Larsen


6. 21.20: Gomez


5. 21.40: Jetty Beast


 7. 22.00: Rock ’n’ Rolls Royce


8. 22.20: Ari, Bogi og Barbara


 


Fríggjakvøld:


1. 20.00: Reverb


2. 20.20: Jógvan á Høvdanum


3. 20.40: Nameless


4. 21.00: The Happening


5. 21.20: Gert Wiberg Joensen


6. 21.40: Konqueror


7. 22.00: Friends of Eve


8. 22.20: Black Crow King** Leygarkvøld:


1. 20.00: Scopperloit


2. 20.20: Jurghinn


3. 20.40: Sleepless Ghosts


4. 21.00: The Wolfmen


5. 21.20: Roysningarnir


6. 21.40: After the Rain


7. 22.00: Jústines í Túni


8. 22.20: Rebekka Petersen


9. 22.40: Sails of Deceit


Wild card


Eins og í fjør kunnu dómararnir velja eitt ‘wild card’. Hetta merkir, at umframt tey 2 nøvnini, ið koma víðari úr hvørjum umfari (sum eru 6 tilsamans), fara dómararnir at velja eitt navn aftrat úr øllum trimum undanumførunum, ið sleppur í finaluna, soleiðis at tað vera 7 bólkar/einstaklingar, ið mynda finaluna. Hettar verður kunngjørt aftaná síðsta undanumfar – tað er komandi leygarkvøld.


Døming


Hettar er fjórða árið, at vit halda hesa kappingina (fyrstu ferð æt tað tó 'FM'08') og vit eru komin fram til, at hetta er besti máti at finna útav, hvør skal víðari og hvør skal vinna í finaluni:


Vit hava valt at gera tað so, at 3 dómarar døma út frá eini heild, tvs. at teir hyggja eftir lagasmíði, framførslu, samanspæli, áhoyrarakontakt og øllum, sum hoyrir til ein feitan bólk/einstakling. Talan er um eina heildarmeting. Síðan gera teir hvør sín topp 3 og kjakast aftur og fram, til ein semja er funnin.


Aðrar kappingar s.s. Prix Føroyar nýttu stigatalvur, har mann gav stig fyri samanspæli, solo, upptraðkan osfr. Fyriskipararnir av Sement hava valt at gera tað á sín egna hátt av tí, at ikki varð hildið, at hetta fann fram til besta tónleikin.** Fast eru hesi dómarar: Lena Anderssen, Fróði Løkságarð og Jón Tyril. Men av ymsum ørsøkum verður onkur útskifting okkurt kvøldið.


Vinningar


Vinningarnir eru:


- Studiotíð fyri 10.000,- í nýggja studionum hjá Jónas Bloch


- Umboð frá G! Festivalinum og Summarfestivalinum vera til finaluna, har teir møguliga velja onkran at spæla á teirra festivali.