Stórsligin FIFA 2013 kapping í Skúlanum við Løkin

Leygardagin 9. mars verður skipað fyri eini FIFA 2013 kapping á stórskýggja í Skúlanum við Løkin. Spælt verður á PlayStation 3. Hálvfinalurnar og finalan verða leikt í sjálvari Løkshøll á MEGA skýggjanum.


Vit byrja kl. 11:00.


Treytir/reglur:


Tveir spælarar manna hvørt lið. Bólkarnir vera samansettir við lutakasti. Hvør bólkur er mannaður við 4-5 liðum, sum leika 1 ella 2 ferðir móti hvør øðrum, alt eftir hvussu stór luttøkan er. Hvørt lið velur eitt 4½*(stjørna) ella 5*(stjørna) klub-lið og spælir við tí liðnum alla kappingina.


Nr. 1 og 2 í hvørjum bólki koma víðari. Hvør hálvleikur er 5 min.


Tilmelding:


Tilmeldingin fer fram á staðnum frá kl. 10:30. Møtið í góðari tíð, áðrenn kappingin byrjar.


Kostnaðurin er kr. 100 fyri hvørt liðið.


Lego Vinir