Tað var eitt ”tips”, sum førdi til, at norskir fiskarí-myndugleikar avdúkaðu 40 túsund deyðar sild á havsins botni.
Nú er málið meldað til løgregluna. Økisstjórin í norska fikimálaráðnum, Janne Andersen, sær sera álvarsamt uppá ta, hon heldur vera, "silda-dumping" í stórum nøgdum.
Hon fekk fyri nøkrum døgum síðani at vita, at tað vóru funnar deyðar sild í fjørðinum á Landegode í Bodø. Tað vísti seg eisini, at har lógu 40 túsund deyðar sild á 25 metur dýbdi, yvir eitt øki, sum var 20x 20 metrar, segði Andersen við NRK.no.