Stóra kvinnuundirskotið í Føroyum vakti áhuga í Rio

Landsstýrisfólkini Annika Olsen og Kári P. Højgaard eru í hesum døgum á ST heimsráðstevnu í Rio de Janeiro í Brasilia. Týsdagin luttók Annika í einum pallborðkjaki um burðardygga menning og javnstøðu, sum norðurlendska ráðharraráðið skipaði fyri.


Í framløgu síni legði Annika Olsen dent á týdningin, sum javnstøða hevur fyri burðardygga menning, tá tað snýr seg um at gagnnýta og røkja alt menniskjatilfeingið í landinum. Í hesum sambandi nevndi hon stóru kvinnufráflytingina í Føroyum, sum eina sera stóra politiska avbjóðing.


Nýtt sjónarmið uppá burðardygga menning og javnstøðu


Vanliga verður burðardygg menning lýst út frá búskaparligum, umhvørvisligum og einum sosialum sjónarhorni. Tá ið vit tosa um javnstøðu og burðardygga menning, verður hetta ofta viðgjørt sum tær avbjóðingar menningarlondini hava við at tryggja kvinnum javnbjóðis rættindi við lóg og við at broyta sosialar vana.


Annika Olsen gav í framløgu síni eitt nýtt sjónarmið uppá burðardygga menning og javnstøðu, sum snýr seg um sjálvt kynsbýtið og tær avbjóðingar, sum smá útjaðaraøki hava í hesum sambandi. Annika greiddi frá stóra ójavnan í kynsbýtinum í Føroyum og at serliga ungar kvinnur í burðardyggum aldri vanta í.


Hon legði dent á, at Føroyar eru eitt modernað vælferðarsamfelag við javnrættindum millum kynini og øllum borgarum. Men tá ið tað kemur til arbeiðsmøguleikar, eru kvinnurnar tó ikki í nóg stóran mun áhugaðar í fiskivinnuni, sum í størstan mun leggur dent á veiði og framleiðslu. Annika segði millum annað:


- But why is the real “brain-drain” today so clearly among young women? I believe it has a lot to do with the fact that our society and economy is so highly dependent on fisheries. This sector is a primary industry – focussed on capture and production of marine resources. It is a male-dominated sector still very much grounded in a traditional hunting mentality. This is not a sector that has managed to create jobs that appeal to women in a modern welfare society.


Føroysku avbjóðingarnar við kvinnufráflyting vaktu ans og sera stóran áhuga millum pallborðsluttakararnar. Bæði stjórin fyri Research Institute for Social Development UNRISD, Sarah Cook, og Telma Viale, stjóri í ILO (International Labour Office) hildu, at hetta var ein støða, ið vildi verið sera áhugaverd at granska víðari í, so boð kunnu fáast uppá, hvussu smálond sum Føroyar varðveita kynsjavnvágan.


Annika Olsen og Kári P. Højgaard luttaka á heimsráðstevnuni vegna landsstýrið, nú 20 ár eru liðin síðani ST toppfundin um umhvørvi og menning í Rio de Janeiro í 1992, tá burðardygg menning varð sett ovast á altjóða breddan.