KFUM-skótarnir við Løkin skipa fyri stórari málningaframsýning á Páskum í Skúlanum við Løkin í Runavík.
Framsýningin letur upp páskadag kl. 15 tá Høgni Hoydal flytur fram røðu. Aftaná syngja og spæla Jóna Olsen, Marita Joensen, Jákup Olsen og Hjalti Joensen.
Framsýningin er fyrsta- og annan páskadag frá kl. 15 til 20 báðar dagarnar. Áhugin fyri at sýna fram hevur verið stórur og eini 30 listafólk hava sýnt áhuga fyri tiltakinum. Sýningin er eitt gott høvið at síggja málningar hjá fleiri av okkara kendu og minni kendu listafólkum.
Høvið verður at ogna sær málningar. Atgongumerkið verður eisini ein lutaseðil uppá ein málning.