Støðan við Skúladepilinum við Marknagil



Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður. Í fleiri ár hevur verið neyðugt at avvísa skikkaðar umsøkjarar orsakað av trongu umstøðunum. Tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. 26. mai 2008 varð samtykt at byggja skúladepil til hesar tríggjar skúlarnar. Depilin verður bygdur við Marknagil í Havn.

Støðan
August 2015: Tekja er løgd á blokk B (ítórttarhøll v.m.) og C (bil- og maskinverkstaður til næmingar), sum nú eru tættir, og har hiti verður settur á í næstum. Arbeitt verður við veggum á 5. hædd í bygningi A, sum er rundi høvuðsbygningurin, samstundis sum arbeitt verður at gera betongarbeiðið á 3. hædd liðugt. Í næstum verður farið undir at inniloka bygning D (høvuðsinngongd, tónleikahølir og umsitingarbygningur) og knýta hann í høvuðsbygningin.

Apríl 2015: Stál er monterað í blokki A og D, umframt dekkelementir á 4. hædd í blokki A. Byrjað er at klæða skjøldurin í blokki B og C.

Februar/mars 2015: TG-Verk arbeiðir í løtuni upp á armeringina av teimum høgu soylunum í atriuminum og stoyping av dekki í blokki D (inngongdin). HSHansen hava monterað 4 fasadir, tvær í blokki B (ítróttarhøllin) og tvær í blokki C (auto/metal økið).

Januar 2015: Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at farið er undir at seta upp útveggir, sum í stóran mun eru úr glasi. Byrjað er við ítróttarhøllini, sum liggur niðast oman móti býnum.

Skúladepilin verður í seks hæddum, og í løtuni verður arbeitt við fáa triðju hædd setta upp. Arbeiðsfólkið er farið undir at seta upp glasútveggirnar á ítróttarhøllini, sum er í tveimum hæddum. Síðani kemur túrurin til verkstaðið, har tekniskar útbúgvingar skulu halda til. Í løtuni verður eisini arbeitt við at seta upp teir røttu veggirnar, ið orsakað av roknifeili hjá ráðgevanum, av fyrstan tíð vóru ov tunnir. Umframt konstruktiónsarbeiðið, sum hevur verið í gongd higartil, er nu eisini skjøtil settur á el- og HVS-arbeiðstøkurnar.

Desember 2014: Í desember er dekk lagt á 3. hædd í blokki C, og somuleiðis er dekkið stoypt yvir bókasavnið í atriumbygninginum í blokki A. Fasaduentreprenørurin kom til Føroya í byrjanini av desember og hevur monterað rammurnar til fasaduna í ítróttarhøllini (B1). 

Fasadan er nú klár til glasmontering.

November 2014: Stálarbeiðið í blokki C (verkstaður) er gjørt, og arbeiðstakarin er farin undir at leggja dekk á 3. hædd í hesum blokki. Í blokki D (inngongd) eru kjallarveggir stoyptir, og fylt er upp framvið. Arbeitt verður framvegis við at leggja leiðingar, og montering av fasadum er farin í gongd. 

Oktober 2014: Dekkið á 2. hædd er nærum liðugt. Veggir verða stoyptir og súlur, umframt at stál- og betong-elementir verða monterað á 2. hædd í blokki C. Fyrstu betongelementini eru monteraði á 3. hædd. Í sambandi við EL- arbeiðstøkuna eru LM-Electric nú fast til arbeiðis á byggiplássinum. Teir eru farnir í holt við at seta upp kaðlar og leggja inn lufskiftisskipan í 1. hædd.**

Í oktober eru fylgjandi sáttmálar undirskrivaðir:

Arbeiðstøka 5.1. - HVS við Demich
Arbeiðstøka 5.2. - VVS við Brøndum
Arbeiðstøka 2.2. - Innilokan, excl. HSHansen við TG-Verk

September 2014: Betonelementini á 1. hædd eru nú komin upp á pláss. Dekkið millum 1. og 2. hædd í blokki A, sum er atriumsbygningurin, er monterað. Klárt er at fara undir stoyping av gólvi í atriumsbygninginum og at stoypa stóru trappuna. Trapezplátur verða í løtuni monteraðar á ítróttarhøllina. Leggjast kann afturat, at arbeitt verður við at fáa grøna orku ella jarðhita inn í bygningin.

August 2014: Í summar hevur nakað av virksemi verið á byggiplássinum. Miðskeiðis í september verða umleið 50 arbeiðsfólk á staðnum. Arbeitt hevur verið við at montera stálelementir, betonelementir, betondekk. Sum sæst á nýggjastu myndunum er seinasta planeringsarbeiðið nærum liðugt í blokki A, sum er atriumbygningurin. Nú síggja vit av álvara rúm í byggjarínum og fáa eina hóming av samlaðu støddini. 

Juli 2014: Av tí at byggiplássið er víðkað nakað, hava íbúgvarnir í Janusargøtu fingið eina nýggja, men fyribils innkoyring, ið tey skulu nýta fram til 2016. 

Grivið er oman av á parkeringsøki P1 framman fyri Skúlaheimið og skjótt verður farið í holt við planeringina.

Monteringin av stáli er av álvara komin í gongd. Afturat hesum verður framvegis arbeitt við at stoypa og við at montera betongelementir. Í hesum mánaðinum fer betonarbeiðið á 4 hædd í blokki D eisini í gongd.

Harafurat kann viðmerkjast, at alt landsstýrið nýliga hevur verið á vitjan á byggiplássinum, har tey fingu eina kunning um verkætlanina umframt eina rundvísing úti á byggiplássinum.

Juni 2014: Fyrsta stálið verður nú monterað á byggiplássinum. Tær fyrstu myndirnar vísa, hvussu hetta fór fram.

Í løtuni arbeiða 45 fólk á byggiplássinum úti í Marknagili. Stoypiarbeiðið er framvegis í gongd. Gólvið í komandi ítróttarhøllini er stoypt, og gólvhitið er lagdur í, har tað skal vera. Gólvhitið verður somuleiðis lagdur í blokki A, sum er rundi parturin av bygninginum. 

Umframt stoypiarbeiðið er hol nú sett á montering av betonelementum. Í komandi viku kemur tann fyrsta stálkonstruktiónin væntandi inn á byggiplássið.

Tann 20. juni skipar hevur Landsverk bjóðað starvsfólkunum á teimum trimum skúlunum til ein kunnandi fund um prosjektið.

Mai 2014: Mánadagin 28. apríl undirskrivaðu Landsverk og LM Electric størsta sáttmála, sum ein føroysk el-fyritøka hevur gjørt í sambandi viðeina byggiuppgávu í Føroyum. Talan var um el-arbeiðstøkuna til skúladepilin.

Í apríl/mai hevur verið arbeitt við at fáa gjørt parkeringsøkið P3, sum sæst á eini mynd í myndasavninum omanfyri. Blokkur A, ið er hjartað í øllum bygninginum, er nú av álvara við at fáa skap. Í blokki B, ið verður ítróttarhøllin, verður gjørt. klárt til at stoypa gólvið. Í blokki C, maskindeildini, er fundamentið nú liðugt og byrjað verður at stoypa veggir medio mai. 

Apríl 2014: Tað eru í løtuni um 50 arbeiðsfólk á byggiplássinum úti í Marknagili. Í apríl mánaði hevur verið arbeitt við in-situ veggum í blokki A (atrium) og í blokki B, har ítróttarhøllin er. Harafturat hevur verið arbeitt við planering í blokki C (maskindeildin). Vegurin til byggiplássið er partvís umlagdur og arbeitt hevur somuleiðis verið við parkeringsøkinum P3.

Mars 2014: Sjálvt arbeiðið upp á nýggja Skúladepilin við Marknagil fór av álvara í gongd fyrst í juli í fjør. Byrjað varð við at grava út, spreingja og planera. Nú vit skriva mars 2014, er jørð- og kloakkarbeiðið framhaldandi í gongd. Fundamentir eru stoypt til komandi ítróttarhøllina, bilverkstaðið og ein part av høvuðsbygninginum. Tað næsta verður at byggja uppeftir, og hetta arbeiðið er longu byrjað við ítróttarhøllini. Í løtuni eru umleið 40 arbeiðsfólk á byggiplássinum. 

Juli 2013: Makaskiftisavtalan, har kommunan lat landinum um 31.000 fermetrar í Marknagili, og aftur fyri fær fleiri matriklar á stóra nátturuøkinum framvið Hoydalsá niðan til Svartafoss, varð undirskrivað á sumri 2012 - sí tíðndaskriv frá kommununi her.

Tey 21 undangóðkendu virkini, sum bjóðaðu upp á tær 8 stórarbeiðstøkurnar, lótu teirra tilboð inn 28. august 2012.

Tey 21 virkini eru:
Aluplast, Anskar Hansen, Articon, Búsetur, Demich, EL.FO, EL-Service, Eykt, HJ Asfalt, Hjálpirót, HS Hansen, IAV, Install, J&K Petersen, LM Electric, Maria Poulsen, El Team Vest, E. Pihl & Søn, Pole Mohr Poulsen, TG-Verk, Uni Zachariasen. 

Lisitatiónin var 28. august 2012.
Arbeiðstøkurnar eru hesar:
1) Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði 
2) Innilokan 
3) Innrætting o.a.
4) El-arbeiði o.a. 
5) HVS, luftskiftisskipanir o.a. 
6) Múraraarbeiði o.a. 
7) Málaraarbeiði o.a. 
8) Lendisarbeiði o.a. 

Afturat hesum 8 stórarbeiðstøkunum er ein 9. arbeiðstøka - byggipláss - sum TG Verk fer at taka sær av.

Bíligastu tilboðini lógu væl omanfyri játtanarkarmin, og tí varð neyðugt at finna stórar sparingar. 

Upprunaliga var ætlanin, at Skúladepilin skuldi verða klárur at taka ímóti næmingum í 2014, men grundað á langtíðaríløgukarmin hjá Løgtinginum, er hetta nú longt til skúlaársbyrjan 2016.

Eykajáttan á 64 mió. kr. varð samtykt á Føroya Løgtingi í mars 2013. Harafturat játtaði løgtingið 60 mió. kr. til innbúgv o.a.

Sostatt er samlaði fíggjarkarmurin 515 mió. kr.