STJØRNULON HELT 10 ÁRA DAG FRÍGGJADAGIN

Í samband við, at tað 1. november vóru liðin 10 ár, síðan tilhaldið, sum í dag kallast Stjørnulon, fór undir sítt virksemi, varð boðið til almenna móttøku í Jøkulstræti í Havn fríggjadagin.



Tað var upprunaliga Alzheimerfelagið, sum byrjaði hesa verkætlan. Seinni fór Stjørnulon, sum navnið á stovninum er í dag, undir Heimatænastuna. Hesi 10 árini, síðan tilhaldið fyri minnisveik læt upp, hava tilsamans 117 fólk verið knýtt at stovninum, umframt tey 21, sum eru knýtt at tilhaldinum í dag.



Tað eru átta fólk á dagholdinum og átta á kvøldholdinum, men øll hesi eru ikki hvønn dag. Tí er samlaða talið av teimum, sum í løtuni eru knýtt at stovninum, 21. Í september í 2009 var bíðilistin at sleppa á dagtilhaldið so langur, at virksemið varð víðkað til eisini at vera opið um kvøldið.



Hetta var samstundis hin fyrsta royndin í danska ríkinum at hava eitt slíkt tilhald opið um kvøldið eisini. Hetta hevur eydnast sera væl. Miðalaldurin á húsfólkunum á Stjørnulon í dag er 84,2 ár, og samskipari fyri Heimatænastuna á tilhaldinum er Jonna Á Sondum Estbú.



Sera nógv fólk nýttu høvið fríggjadagin at vitja innar á gólvið. Tá kommunu- og borgarstjórarnir vitjaðu var kaffiborð og Maria í Ullvøruhúsinum undirhelt við sangi og spæli.