omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað
kann vera trupult at eydnast við at leggja av. Skal tað eydnast, er umráðandi
at løtan, er tann rætta fyri teg.
Motivatiónin hevur alt at siga. Hesir 3 spurningarnir kunnu hjálpa tær at
meta um tína motivatión:
Eitt avgjørt ja til allar spurningarnar er altavgerandi fyri, at tú klárar
at broyta tínar vanar. Svarar tú ikki beinanvegin ja til allar spurningarnar,
er løtan kanska ikki tann rætta. Einki er verri fyri motivatiónina enn ein
hálvhjartað roynd, sum endar galið.
Er svarið avgjørt ja til allar spurningarnar, kunnu vit vísa á, at stigvís
minking gevur besta úrslitið. At minka um roykingina í smáum er eitt vælumtókt
alternativ til at leggja av her og nú. Hetta er ein fyrireikingartíð, har tú
kanst uppbyggja motivatiónina og tilvitanina um roykingina, samstundis sum tú
so smátt lærir teg at fáa stýr á trongdini og venur kroppin av við nikotinið.
Eitt tíðarskeið á umleið 10 dagar verður viðmælt til stigvísu minkingina.
Sundhed.dk hevur eitt 10 dags programm til at leggja av at roykja.
Fólkaheilsuráðið hevur latið hetta umseta, og programmið er tøkt á okkara
heimasíðu.
http://www.folkaheilsa.fo/ti%C3%B0indi/stigvis-avvenjing-gevur-besta-ursliti%C3%B0
Fá meira kunning um programmið her.