Sterkan Lista E í býráðið

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:


Besta trygdin fyri hollari og demokratiskari stýring av kommununi er, at javnsterkir flokkar stýra henni í felag. Gerst umboðanin ov einvís, kann valdið gerast ov einvíst, og tá er vandi fyri, at seráhugamál verða tikin fram um áhugamálini hjá heildini.


Ein sterkur Listi E í Tórshavnar býráð er borgan fyri góðsku og góðum stýri. Tað hava vit víst hesi átta árini, vit í hesum umfarinum hava verið í samgongu á Vaglinum.


Vit hava tvey tey seinastu býráðsvalini, 2004 og 2008, fingið fýra umboð av 13 vald í Tórshavnar býráð.


Hetta er størsta umboðan, sum Listi E nakrantíð hevur havt í býráðnum, og tann góða undirtøkan tryggjaði, at vit eftir bæði valini komu í eina samgongu, sum hevur lagt nógv og gott eftir seg.


Vit eru ikki komin á mál. Tað koma vit ætlandi ongantíð, men vit mugu javnt og samt arbeiða fyri framstigum og góðum trivnaði í kommununi.


Tí bjóða vit okkum fram aftur til at stýra høvuðsstaðnum valskeiðið 2012-2016.


Vit vóru størsti flokkur í samgonguni 2005 við fýra umboðum.


Ikki skerst burtur, at á seinasta vali fór okkara samstarvspartnari við meginpartinum av heiðrinum fyri framd avrik og reyk frá trimum upp í fimm býráðslimir, meðan vit vóru standandi á fýra.


Tað er gott at hava fleiri javnstórar flokkar í býráðnum. Tá verða økini og málsøkini væl umboðað. Gerst undirtøkan ov einvís, verður valdið ov einvíst og minni demokratiskt í stýringini.


Fjølbroytni í býráðnum er borgarans besta trygd. Tá eru fleiri, ið við ávísari megi kunnu minna hvør annan á, at vit eru vald til at tæna borgarunum – og ikki at fremja eitt nú seráhugamál hjá nøkrum fáum.


Veljið ein sterkan Lista E í býráðið – borgan fyri góðsku og góðum stýri.


X við E


---