Stendur á gomlum nøglum

Perla, sum Einglapressan ikki tordi: Tað er ikki bara í Klaksvík og í Hvalvík, at tey hava tann ivasama heiðurin, at hava dangur liggjandi. Í Oyggjatíðindum 12. september 2008.


Á Toftum hevur ein danga ligið leingið. Hon hevur verið og kyst botnin nakrar ferðirnar, men verður hvørjaferð tikin upp, og í løtuni verður dangan hildin uppi av trivaligum trossum.


Tað er Søren Svenning Danielsen, ið eigur hesa danguna, sum liggur líka tung í sjónum, sum smiðjan hjá honum.


Dangan liggur á Oyunum, og sýnist ongan góðan at hava.


Her á blaðnum kenna vit Søren Svenning, sum ein av teimum, sum var við í gøluprosjektinum hjá Føroya Banka, kallað Undir Vestmannabjørgunum í Havn.


Smiðjan hjá Søren Svenning hevði gjørt stórarbeiði til Havnaprosjektið, sum nýggja leiðslan bara ikki vildi vita av.


Tá ið vit seinast tosaðu við smiðjumannin, segði hann seg hava vónir um eina rímiliga avtalu um, at nýggja byggileiðslan kortini fór at brúka og at gjalda fyri framleiðsluna av parti til altanirnar, sum leingi lá uttanfyri smiðjuna.


Nú er Søren Svenning Danielsen, givin við smiðjuni, men leigar virksemi út til bróðurin.


Sjálvur er Søren Svenning farin til skips, so honum fáa vit onga viðmerking frá.


Kortini eru tað fleiri, sum hava vent sær til blaðið, sum eiga stórar upphæddir til góðar í lønum.