Steðgið samanleggingunum!

At avtaka Landsbankan og lata Samhaldsfasta koma ov tætt upp at politiska valdinum, kann fáa vanlukkuligar avleiðingar, tí landsstýrismaðurin íFíggjarmálaum fær ov stórt vald og onki óheft eftirlit verður.


At avtaka Landsbankan og leggja hann undir Gjaldstovuna er eitt vánaligt uppskot, sum bara hevur við sær miðfyrring av valdi til landsstýrismannin við fíggjarmálum. Fakligar grundgevingar eru ongar, og ein slík ófyrireikað og óumhugsað samanlegging leggur ikki upp til nakra sparing, tvørturímóti kann hetta fara at kosta í milliónavís av krónum, tí alt óheftni hvørvur.


Fakfeløgini eru hartil ógvuliga stúrin um, hvat hendir við Samhaldsfasta og ognum hansara. Vit eru stórliga bangin fyri, at peningurin endar í stóra potti til onnur endamál enn til at rinda pening til pensjónistar.


Fakfeløgini eru samd um, at verður samanleggingarætlanin samtykt av løgtinginum, hava Føroyar ikki longur nakran óheftan stovn, sum hevur eftirlit við føroyska fíggjargeiranum, og sum er við til at varveita trygg fíggjarviðurskifti í Føroyum.


Hetta kann uppá sikt kosta samfelagnum nógv, tí vit fáa verri hagtøl og vit missa óheftni samstundis sum politiska valdið verður ov nær við innistandandi pening í Landsbankanum og í Samhaldsfasta.


Ov savnað vald


Tað, sum er gjøgnumgangandi í øllum trimun uppskotunum við samanleggingum og broytingum er, at onki skott verður millum landsstýrismannin og pengarnar/uppgávurnar.


Tað, sum í dag liggur hjá einum óheftum stovni, skal liggja hjá einum stovni undir Fìggjarmálaráðnum, sum verður stýrdur av einum Gjaldstovuráði, sum verður valt av landsstýrismanninum við Fíggjarmálum, um enn við tilmæli frá nøkrum feløgum.


Hetta er sera óheppið, tí landsstýrismaðurin fær stórt vald, tí hann fær jú lættliga lagt trýst á og/ella ávirka limirnar í Gjaldstovuráðnum. Hann hevur jú sjálvur valt teir, og tí kunnu teir kenna seg kroystar av honum.


Gjaldstovuráðið fær rættuliga stórt vald, og gjøgnum tað, fær landsstýrismaðurin, sum velur ráðið, samstundis stórt vald.


Sambært uppskotinum til løgtingslóg um landsins gjaldsføris og skuldarfyrisiting, er tað Gjaldstovuráðið, gjøgnum Gjaldstovuna, sum skal fyrisita gjaldføri, lántøku og skuld hjá landinum, nakað, sum óhefti Landsbankin ger í dag. Hetta fer at liggja alt ov tætt uppat politiska valdinum.


Ein uppgáva hjá Landsbankanum í dag er at umsita ognirnar hjá Samhaldsfasta. Men sambært uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum, skal Gjaldstovan átaka sær hetta virksemi.


Í stuttum verður ov nógv vald og ov nógvur kapitalur savnaður ov tætt at landsstýrismanninum við fíggjarmálum.


Óheftni burtur


Hóast tað í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at ein høvuðsfyritreyt fyri umskipanini er, at óheftni mótvegis politiska mynduleikanum verður varveitt, so er tað júst tað øvugta, sum hendir við uppskotunum.


Tí talan er í veruleikanum um uppskot, sum letur ein einstakan politikara, t.v.s. tann til eina og hvørja tíð sitandi landsstýrismann við Fíggjarmálum, alt ov nógv vald og ávirkan yvir Samhaldsfasta og Gjaldstovuni.


Hetta góðtaka undirritaðu fakfeløg ikki, tí hetta er okkara peningur, sum verður umsitin, og tað skal gerast við skili og frástøðu frá politiska valdinum.


Ergoterapeutfelagið


Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar


Føroya Arbeiðarafelag


Føroya Fiskimannafelag


Føroya Handverkarafelag


Føroya Lærarafelag


Føroya Pedagogfelag


Føroya Tekniska Lærarafelag


Fysioterapeutfelag Føroya


Havnar Arbeiðskvinnufelag


Havnar Arbeiðsmannafelag


Havnar Handverkarafelag


Heilsuhjálparafelag Føroya


HK Føroya Deild


Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag


Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag


Landsfelag Pensjónista


Ljósmøðrafelag Føroya


Maskinmeistarafelagið


Musikklærarafelag Føroya


Samtak


S & K felagið


Starvsmannafelagið


Yrkisfelag Studentaskúla og HF Lærara og Lærarafelag Handilsskúlans