NAFO hevur eina skipan fyri starvsvenjing fyri lesandi, nýútbúgvin og fólk, ið eru í byrjanini av teirra starvsleið. Í starvsvenjing fæst innlit í virksemi hjá NAFO og royndir í at arbeiða í einum millumtjóðafelagsskapi.
Fólk úr limalondunum í NAFO kunnu søkja. Starvsstaður er høvuðsskrivstovan hjá NAFO í Dartmouth, Kanada. Starvstíðin er upp í 3 mánaðir.
Undir starvsvenjingini veitir NAFO eina samsýning á 1750 kanadiskar dollarar um mánaðin.
Í 2019 eru tvey starvsvenjingarstørv leys at søkja, og umsóknarfreistin er 14. januar 2019.
Meira fæst at vita um starvsvenjingina her.
Kunning um NAFO er at finna á heimasíðuni hjá felagsskapinum www.nafo.int