Starvsmannafelagið hevur avhendað sáttmálakrøv

SÁTTMÁLASAMRÁÐINGAR: Sáttmálin undir sáttmálaøkinum fyri starvsfólk á Føroya Tele gongur út við árslok, og sáttmálapartarnir – Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag – hava nú handað hvørjum øðrum krøvini til nýggjan sáttmála.

- Vit avhenda vanliga okkara krøv til nýggjar sáttmálar í góðari tíð, og sum altíð miða vit eftir, at sáttmálin er undirskrivaður, áðrenn verandi sáttmáli fer úr gildi, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

Fyrsti fundur millum partarnar er avtalaður at halda 17. november.