Starvsmannafelagið fegnast um longri barsilsfarloyvi
LÓGARUPPSKOT: Broytingarnar í barsilslógini verða væl móttiknar í størsta almenna fakfelagnum, men privatu arbeiðsgevararnir vilja onga broyting. Starvsmannafelagið mælir til, at fult pensjónsgjald verður lagt oman á barsilsútgjaldið
ØSSUR Winthereig – Press
- Vit fegnast um, at tíðin við barsilsgjaldi verður longd við tveimum vikum. Hetta er eitt framtig á leiðini at tryggja smábarnafamiljum góð kor, samstundis sum foreldrini kunnu varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin, sigur felagið í hoyringsskrivi til ætlaðu broytingarnar í lógini um barsilsfarloyvi.
Samstundis sigur felagið seg vóna, at tað ikki gongur long tíð afturat til málið verður rokkið, um at barsilsskeiðið skal vera 52 vikur í Føroyum.
Barsilsfarloyvið eftir nýggja uppskotinum verður í alt 46 vikur, har 14 tær fyrstu vikunar eru markaðar mammuni, 4 vikur eru markaðar pápanum, og tær seinastu 28 vikurnar kunnu foreldrini býta sínámillum.
Tað er Samferðslumálaráðið, sum vara av lógaruppskotinum, sum hevur verið til hoyringar hjá ymsum pørtum.
Fult eftirlønargjald
Samstundis er ætlanin at broyta útgjaldið, so eftirlønargjaldið ikki verður drigið frá áðrenn útgjald, men lagt afturat útroknaða barsilsgjaldinum.
Eftir uppskotinum skulu øll fáa eftirlønargjald lagt oman á útgjaldið, men eftirlønargjaldið skal vera í samsvari við lógina um eftirløn. Tað merkir, at eftirløngargjaldið í 2017 er 4 prosent og veksur upp í 15 prosent í 2029.
Starvmannafelagið heldur tað verða ein stóran bata, at leggja eftirlønargjaldið omaná, men mælir til, at útrokningin av eftirlønargjaldinum byggir á ta eftirlønaravtalu, sum er galdandi í sáttmálunum. Hjá limum í Starvmannafelagnum er pensjónsgjaldið 15 prosent.
Eggja pápum at taka farloyvi
Felagið heldur, at ein skipan, har limirnir framvegis fáa 15 prosent í eftirlønargjaldi, kann eggja til, at fleiri pápar taka barnsburðarfarloyvi. Mennirnir hava mangan hægri inntøku enn kvinnurnar og velja familjurnar tí, at kvinnan skal vera heima sum longst; nakað, sum hongur saman við, at barsilsskipanin hevur eitt útgjaldsloft á 25.000 kr. um mánaðin.
Samumtikið metir Starvsmannafelagið, at tilmælið frá felagnum verður eitt framstig, sæð frá einum javnstøðusjónarmiði, og til gagns fyri eina barsilsskipan, har spurningurin hvat ið er best fyri børnini og familjuna, og í minni mun fíggjarligar umstøður, verða avgerandi.
Arbeiðsgevarar ynskja onga broyting
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur í fyrsta lagi, at barsilsfarloyvi ikki skal leingjast, tí tað tekur fólk av arbeiðsmarknaðinum.
- Tað tykist løgið, at landsstýrið tekur fólk av arbeiðsmarknaðinum í eini tíð, har tað í forvegin er trupult at finna tøka arbeiðsmegi til at loysa uppgávurnar á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Harafturat fremur uppskotið ikki javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum, siga arbeiðsgevararnir.
- Um vit vilja tað ella ikki, so er tað ein sannroynd, at tað eru kvinnurnar, sum taka meginpartin av barnsburðarfarloyvinum, og við hesum vera tær uppaftur longri av arbeiðsmarknaðinum, hvørja ferð tær eiga eitt barn, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.