Starvsdagar

Í ár fyllir Atlantic Airways 30 ár, og vit eru so heppin, at tað eru fleiri, ið hava starvast hjá felagnum øll hesi 30 árini. Afturat teimum eru eisini uppaftur fleiri, ið hava nógv ár á baki hjá tjóðarfelagnum. Hesi vóru í dag heiðrað í sambandi við starvsdagar teirra. Tey sum vóru heiðrað í dag, hava starvast hjá Atlantic Airways í tilsamans 267 ár.

Hesi vóru heiðrað í dag:

30 ára starvsdag: 
Marius Davidsen, fíggjarstjóri
Bergtóra Nielsen, flogterna
Hanna Svabo, fyrisiting og kundatænasta
Heini Davidsen, teknisk deild

25 ára starvsdag:
Arngerð Davidsen, flogterna

20 ára starvsdag:
Hans Erik Jakobsen, tyrluleiðari (22 ára starvsdag)
Andreas Mouritsen, tyrluskipari
Anfinn Frederiksen, tyrluskipari
Páll Joensen, teknisk deild
Elspa Egilstoft, kundatænasta
William Smith, tekniskur leiðari

Atlantic Airways ynskir teimum hjartaliga tillukku og takkar teimum fyri trúgva tænastu.