Stakk knív í búkin á sær sjálvum

Perlur: Finn Arni Samuelsen, orkaði ikki meira. Finn: Eg bleiv hildin og í hondjørnum, seymaður á skurðstovuni, vaknaði í fullubrummu við, at penturnar vóru skræddar úr, og brumman fleyt í blóði, og bleiv tveittur út at klára meg sjálvan...

Grein í Oyggjatíðindum 17. juni 2009.


Í blaðnum fríggjadagin, avdúkaðu vit, at Finn Arni Samuelsen, sum smádrongur, hevur verið misbrúktur seksuelt.


Vit fingu innlit í, at Finn síðani fór til skips við Morgunroðanum, har manningin loysti út á honum við vælsignilsi frá skiparanum. Tá var hann ikki meira enn fimtan ára gamal.


Frammanundan - í barnaskúlanum hevði hann verið regluliga misbrúktur seksuelt av einum manni í Havn. Í nógv ár fortrongdi Finn hendan ræðuleikan, sum fyri stuttum kom undan, og hann hevur nú valt at siga frá hvat honum hevur verið fyri.


Umborð á Morgunroðanum, fekk tann ungi Finn at vita, at gretti hann fyri nøkrum, at manningin loysti út á honum, so bleiv hann snøgt sagt tveittur í havið, og tað helt Finni frá, at siga nakað.


Í nógv ár tordi hann ikki at siga fyri nøkrum hvat ið hendi, men tað var tíðiligt, at Finn Arni Samuelsen, bardist ein innara sálar-bardaga, hann ikki hevði tamarhald á, og blívir við at siga seg ikki hava verið Guðs besta barn, at hann var úti í misbrúki líka frá øl til narkotika.


Løggan var altíð á kroppinum á Finni, eisini fyri ólevnað hann ongan lut átti í.


Finn tók á ólavsøku 1988, ta avgerð, at hann vildi ikki liva longur. Tá var hann 22 ára gamal.


Hann tók ein stóran grindaknív, og rendi hann í búkin á sær sjálvum. Tað næsta hann visti til sín var, at hann í hondjørnum var hildin, meðan skurðlæknin royndi at seyma hann aftur, sum frægast.


Næstu ferð hann veit nakað til sín, er, tá ið hann vaknar í brummuni, sum var full í blóði, tí meðan hann hevði sovið ella hevði verið uttan vit, vóru allar penturnar skræddar upp. Skurðurin var víðopin, og hann bløddi, sum stungin grísur.


Hóast hetta, so avgjørdi løgreglan at sparka Finn Arna Samuelsen út úr fullu-brummu - út í ein dovnan ólavsøkumorgun, har býurin svav so søtan.


Finn Arni Samuelsen, valdi ikki at fara á sjúkrahúsið, at fáa nýggjar pentur í skurðin. Tað helt hann vera nyttuleyst aftaná viðferðina.


Ístaðin valdi Finn at fara heim - binda seg inn, sum frægast, so hann ikki misti meira blóð, og annars lata tíðina lekja sárið.


Í dag dugur Finn ikki at skilja, at hann ikki kom undir sálarliga hjálp, tí tað var hetta hann mest av øllum hevði brúk fyri, og royndin at taka lívið av sær, var eitt neyðarróp, sum ongin vildi hoyra.


-------


Næstu ferð fortelur Finn Arni Samuelsen, um, at hann bæði yvirfyri kommunulækna og fyri læknunum á psykiatrisku deild 2, fortaldi hvat honum hevði verið fyri í barna, og ungdómsárunum. Lesið svarið, ið skelkaði. Lesið eisini tá Finn Arni konfronteraði neyðtøkumannin í SMS, og mundi dripið hann...


Fylg væl við á heimasíðuni, tí tað er bara her tú finnur dirvi, og greinar við broddi. Hetta er bara ein av orsøkunum til, at maktin ikki tolir blaðið.