Staðið FM 101

Leygarkvøldið 19. november ’11 kl. 20.00 fer Staðið FM at senda fyri fyrstu ferð.


Staðið FM, sum sendir á frekvensi 101,0, er ein lokal útvarpsrás, sum bert hoyrist í Vestmanna og á Válinum. Ungdómshúsið Staðið stendur aftanfyri útvarpsrásini, og ætlanin er at senda ymiskt slag av lokalum tilfari, bæði til gaman og álvara.


Fyri fyrst verður sent hvørt sunnukvøld frá kl. 20.00 – 22.00.


Í sambandi við at Staðið FM fer at senda fyri fyrstu ferð leygarkvøldið 19. november eru fólk vælkomin at støkka inn á gólvið frá kl. 19.


Kelda: www.vestmanna.fo