Spurningar til nýggju dataverndarlógina?

Mikudagin verður tiltak um nýggju dataverndarlógina í Klaksvík, har endamálið er at fáa svar uppá tey ivamál, sum fyritøkur munnu hava viðvíkjandi nýggju dataverndarlógini.

Tiltakið verður í miðhøllini í nýggja skúlanum á Skúlatrøð mikudagin komandi kl. 14.00. Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið, sum skipa fyri tiltakinum. 

Skráin: 

-   Hvat er Dataverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina? - Katrin Thorsvig Hansen, Dataeftirlitið:
-   Case: soleiðis komu vit ígongd – Poula Michelsen, PM Pluss
-   Gjøgnumgongd av spurningum - Ulla Joensen, KT-felagið 

Tiltakið er fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum og verður fyriskipað eftir almennu tilmælunum. 

Tað ber til at senda spurningar og ivamál longu nú, eisini til industry@industry.fo 

Eisini vera tvey onnur til seinri í mánaðanum. Í Havn tann 18. november og í Suðuroy tann tann 30. november. 

Tilmelding fer fram við at skriva til industry@industry.fo