Sprongt verður í bátahylinum á Glyvrum leygardagin

Í hesum døgum verður arbeitt í bátahylinum á Glyvrum. Atløgusíða skal gerast eystaru megin í hylinum og í hesum sambandi vera fyrireikingar gjørdar í økinum. Eitt nú skal hylurin dýpast ímillum bátabrúgvarnar og fjøruna eystanfyri. B


orað verður við flakanum, sum sæst á myndini, og teir, sum hava átikið sær arbeiðið, siga, at ætlanin er at spreingja komandi leygardagarnar. Fyrstu ferð nú leygardagin hin 03. mars 2012 um 3-tíðina seinrapartin. Nærri verður lýst í Útvarpinum.


Tey sum eiga bátar í bátahylinum á Glyvrum og onnur gøgn í grannalagnum verða biðin um at flyta hesi í hóskandi frástøðu meðan sprongt verður.


Kelda: www.runavik.fo