Springari er ikki føroyskur gerandismatur

Fyrr í vikuni vórðu 200 springarar hildnir til í Hvalvík, og nógv kjak
hevur tikið seg upp um hettar.


Eg havi lagt til merkis, at nógv argumentera
við, hvørt tað er gomul siðvenja ella ikki at drepa springarar og eta
springaratvøst.



Tað haldi eg ikki, at tað er, men tað hevur sum so onki við sakina at gera.



Vit tilskila okkum ikki rætt at drepa grind, tí tað er
gomul siðvenja, men tí at grind og spik altíð hevur verið og enn er ein týðandi
partur av okkara føðslugrundarlagi, og tí vit tilskila okkum rætt til at
gagnnýta alt tilfeingið í okkara havøki, bara tað verður gjørt burðardygt og
við atliti til djóravælferðina.



Neyvt sum tá danir eta grís. Teir gera tað ikki fyri at halda gamla siðvenju og
matmentan í hevd, men tí teir eru svangir og dáma fleskasteik og medistara.



Við springarum er øðrvísi, haldi eg. Í fyrsta lagi, tí tað tykist ikki, sum
nakar reiðiliga veit, hvussu stovnurin er fyri - tann óvissan eigur einsamøll
at gera, at vit ikki drepa springarar, fyrr enn vit hava fulla vissu fyri, at
stovnurin er væl fyri. Og í øðrum lagi, tí springaratvøst ikki er og ongantíð
hevur verið ein týðandi partur av føðslugrundarlagnum hjá føroyingum. Sjálvur
eri eg ongantíð í lívinum boðin til borðs at eta springaratvøst og havi
ongantíð smakkað tað, so føroyskur gerandiskostur er tað ikki.



Hvussu vit bera okkum at mótvegis Sea Shepherd og neiligari útlendskari
lobbbyismu annars, tað er ein heilt annar spurningur. Tann herðferðin rínir
bara við meg, um hon dokumenterar, at vit gera okkum inn á hóttar djórastovnar,
ella at vit ikki hava virðing fyri djóravælferðini.



Ingolf S. Olsen

Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum