Umhvørvisstovan hevur nú góðkent 4 kommunalar spillivatnsætlanir afturat, nevniliga tær hjá Skúvoyar, Eiðis, Húsavíkar og Tvøroyrar kommunu.
Hetta merkir, at nú hava íalt 20 út av 30 kommunum góðkenda ætlan. Afturat teimum nú góðkendu ætlanunum, eru 9 aðrar spillivatnsætlanir enn til viðgerðar. Hetta merkir at tað einans er ein kommuna, ið ikki hevur latið Umhvørvisstovuni spillivatnsætlan til góðkenningar. Henda verður tó væntandi send okkum innan 1. mars 2012.
Góðkenningarskrivini kunnu lesast niðanfyri
http://www.us.fo/Default.aspx?ID=12290
Almenna lýsingin av spillivatnsætlanunum er niðanfyri
http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6590#27925
Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir niðanfyri
http://www.us.fo/Default.aspx?ID=10491
Góðkenningar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 16. mars 2012.